Savnssending
Vit eru meira eins enn vit halda, og okkara trupulleikar og avbjóðingar í privatlívinum líkjast eisini meira enn vit møguliga geva okkum far um.
At fáa hetta fram, er eitt av endamálunum við sendingini Kyn og kenslur.
Kyn og kenslur varð send beinleiðis í útvarpinum mikukvøld veturin 2013/2014.
Ein serfrøðingur situr í útvarpsstovuni, og svarar spurningum frá tykkum lurtarum.
Serfrøðingarnir eru:
- Turið Horn, parráðgevi, psykoterapeutur og námsfrøðingur
- Kathrina L. Holm, sálarfrøðingur
- Jógvan Zachariassen, guðfrøðingur
- Ann Dahl Hansen, prestur
- Súsanna Skaale, sálarfrøðingur
- Heidi Zachariassen, ljósmóðir
Kyn og kenslur á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Podchaser is the ultimate destination for podcast data, search, and discovery. Learn More